Ársætlan gjørd fyri Magnus Heinason

Ársætlan gjørd fyri Magnus Heinason
Havstovan hevur nú gjørt eina ætlan fyri, hvat havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, skal gera í ár
Havstovan hevur nú gjørt eina ætlan fyri, hvat havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, skal gera í 2015
 
26.01.2015 - 16:05

Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári. Gerast skulu fýra hydrografi túrar, har hiti, salt, føðslusølt og annað verða kannað.

Tríggir túrar verða gjørdir fyri at kanna umhvørvi og lívfrøði undir Føroyum, yngulkanningar/æti, biologisk oseanografi og fjarðakanning. Tveir túrar verða gjørdir at kanna uppsjóvar tilfeingið, sild og svartkjaft, og so verður skip leigað at kanna makrel.

Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á seks yvirlitstrolingum, og ein túrur er ætlaður at kanna fisk á djúpum vatni. Ein  vika er sett av til at merkja tosk, tvær vikur at kanna svartkalva, og so eru tríggir eyðmerktir til trolroyndir, sum í 2015 serliga eru ætlaðir at kanna upsa.

Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947