Semjast neyvan um 2015 í London í dag

Semjast neyvan um 2015 í London í dag
Ísland og Noreg vildu ikki koma til Føroya at samráðast um svartkjaft og norðhavssild
Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, ætlaði at hava samráðingarnar í Føroyum, men tað vildu Ísland og Noreg ikki.
 
23.01.2015 - 12:56

Samráðingarnar í London millum strandarlondini um svartkjaftin og norðhavssildina í 2015 halda fram í dag.

Samráðingarnar byrjaðu týsdagin.

Spurningurin er, um londini gevast við royndini at finna semju fyri 2015, men í staðin fyri fara at hugsavna seg um 2016.

Noreg hækkaði kvotu

Tað gjørdi ikki samráðingarnar lættari, at Noreg beint fyri samráðingarnar legði 40 prosent oman á sína svartkjaftakvotu. 

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild í 2015. 

Noreg hevur formansskapin í samráðingunum um norðhavssildina næsta ár og Ísland eigur svartkjaftin.

Vildu ikki koma til Føroya

Samráðingarnar eru í London, tí hvørki Ísland ella Noreg vildu koma til Føroya.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at nú Føroyar hava formansskapin, bjóðaðu Føroyar hinum londunum til Føroya at fundast nú í januar.

Hjá ES lá væl fyri at koma, men hvørki Ísland ella Noreg vildu koma til Føroya. Hjá teimum lá betur fyri at samráðast í London.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947