Vinnunevndin í Havn vil hava taksametur

Vinnunevndin í Havn vil hava taksametur
Broytingar á veg í lógini um hýruvogsnkoyring
Millum annað Tórshavnar býráð vil hava broytingar í lógini um hýruvognskoyring, og tær eru nú á veg.
 
20.01.2015 - 08:15

Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu vil sleppa at krevja, at hýruvognarnir í kommununi hava gjaldsmálara, taksametur.

Og Vinnumálaráðið hevur nú orðað broytingar í lógini um hýruvognskoyring. Broytingarnar eru sendar til hoyringar, millum annað hjá teimum, sum koyra hýruvogn.

Sambært uppskotinum um lógarbroytingarnar verður ikki kravt, at hýruvognar hava gjaldsmálara.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum kann geva kommununum loyvi til at krevja gjaldsmálarar, tó ikki fyrr enn tvey ár eftir, at lógarbroytingin er komin í gildi. 

Undantøk kunnu tó gerast, so sum avtalur um avtalaðan prís fyri koyring fyri stovnar, feløg og fólk við serligum tørvi.  

Minibussarnir

Bilstøðirnar hava gjørt vart við, at størri og størri eftirspurningur er eftir minibussum. Men sambært galdandi lóg krevst ikki hýruvognsloyvi til minibuss.

Vinnumálaráðið vil tó ikki fara so langt sum at krevja, at tey, sum ikki koyra hýrukoyring við minibussi, skulu hava hýruvognsloyvi.

Men tey, sum hava hýruvognsloyvi og koyra fyri eina støð, kunnu fáa sær minibuss, stóran hýruvogn, sum tekur í mesta lagi 12 ferðandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947