Semja um lønarhækkingar á Posta og Føroya Tele

Semja um lønarhækkingar á Posta og Føroya Tele
Fáa tað sama sum onnur á privata arbeiðsmarknaðinum
Limirnir hjá Starvsmannafelagnum á Posta fáa lønarhækking
 
16.01.2015 - 13:01

Beint fyri døgurða í dag skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. 
Sáttmálarnir eru galdandi frá 1.januar í ár til 1.januar 2017. 
Lønarhækkingin er 1,98 prosent 1.januar í ár og 2,25 prosent 1.januar næsta ár. 
Hetta er tað sama sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið limunum í fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947