Gamli Næraberg seldur til Avstralia

Gamli Næraberg seldur til Avstralia
Gamli Næraberg - sum síðani desember í fjør hevur havt navnið Dirk Dirk - fer nú úr flotanum. Skipið er selt til Tasmania
Gamli Næraberg er nú seldur til Avstralia fyri 23 milliónir krónur
 
14.01.2015 - 10:16

<p>Skipið er selt til Seafish Tasmania Pelagic í Tasmania í Avstralia. Søluprísurin er 23 milliónir krónur. Øll loyvi hjá gamla Næraberg vóru í desember í fjør flutt yvir á eitt nýtt skip, sum reiðaríið hjá Nærabergi keypti úr Hollandi.</p>

<p>Nýggi Næraberg er størsta fiskiskip í føroyska flotanum. Skipið er 104 metrar langt, góðar 10 metrar breitt og góð 5.000 bruttotons til støddar. Skipið, sum er smíðað í 1990, varð keypt til Føroya fyri góðar 53 milliónir krónur.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947