Meira útgoldið í lønum í fiskivinnuni

Meira útgoldið í lønum í fiskivinnuni
Føroyska fiskivinnan rindaði knappliga 800 mió. kr. í hýrum í fjør, sum eru 60 milliónir meira enn í 2013
Føroyska fiskivinnan rindaði knappliga 800 mió. kr. í hýrum í fjør, sum eru 60 milliónir meira enn í 2013.
 
13.01.2015 - 09:56

Eisini fiskavirkini rindaðu meira í lønum í fjør enn í 2013 vísa tøl, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. Fiskavirkini rindaðu slakar 340 milliónir krónur í lønum í 2014, 20 milliónir meira enn í 2013.

Árligi lønarvøksturin í alivinnuni hevur verið 11 og 16 prosent síðani 2011. Í fjør rindaði alivinnan næstan 280 milliónir í lønum, góðar 30 milliónir meira enn í 2013.

Samanumtikið vórðu goldnar 7,6 milliardir krónur í lønum í Føroyum í fjør. Tað eru 5,7 prosent meira enn í 2013. Størsti lønarvøksturin í fjør var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi, 14,5 prosent, upplýsir Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947