- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar áhugaverdar sum ferðamál
Føroyar áhugaverdar sum ferðamál
Alt fleiri miðlar tilnevna Føroyar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum í ár, sigur Visit Faroe Islands

Áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli er størri enn nakrantíð, sigur Visit Faroe Islands
13.01.2015 - 11:28
Útlendsku miðlarnir vísa á sólarmyrkingina í mars, men teir siga eisini, at Føroyar hava nógv annað at bjóða ferðafólki, sambært Visit Faroe Islands.
- Týdningurin av at verða nevnd í hesum stóru miðlunum kann ikki undirmetast, tí vit síggja ágóðan av hesum um allan heimin, sigur Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring hjá visit Faroe Islands.
The Guardian skrivar millum annað um Hoyma-konsertirnar, og í New York Times er tað matmentanin, serliga matstovan KOKS, sum ljós verður varpað. Uppaftur aðrir miðlar vísa Bindifestivalin í Fuglafirði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV