Brúkaraumboðið eigur ikki at selja vinnuni skeið

Brúkaraumboðið eigur ikki at selja vinnuni skeið
Tað var svarið hjá Vinnuhúsinum, tá Brúkaraumboðið spurdi Vinnuhúsið, um tað vil hava, at Brúkaraumboðið skal fara undir kappingaravlagandi virksemi
Brúkaraumboðið eigur ikki at selja vinnuni skeið, var svarið hjá Vinnuhúsinum, tá Brúkaraumboðið spurdi Vinnuhúsið, um tað vil hava, at Brúkaraumboðið skal fara undir kappingaravlagandi virksemi
 
12.01.2015 - 15:52

Ein almennur stovnur sum Brúkaraumboðið skal ikki selja skeið. Vinnufyritøkur eru, sum bjóða skeið, sigur Vinnuhúsið. Brúkaraumboðið spurdi fríggjadagin Vinnuhúsið, um tað vil hava, at Brúkaraumboðið skal fara undir kappingaravlagandi virksemi.

Tað gjørdi Brúkaraumboðið eftir at felagið Samskifti fanst at Brúkaraumboðnum fyri at krevja pengar fyri skeið. Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir, svaraði, at skal Brúkaraumboðið bjóða skeið ókeypis, er tað kappingaravlagandi, tí onnur, sum bjóða fram skeið, gera tað ikki fyri einki.

Rannvá Ragnarsdóttir spurdi tí Vinnuhúsið - felagið Samskifti er í Vinnuhúsinum - um onnur har eisini vilja hava, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið ókeypis ella fyri undirprís. Skal Brúkaraumboðið bjóða skeið ókeypis ella fyri undirprís, er tað kappingaravlagandi fyri vinnuna.

Sjálvandi er tað ikki í lagi, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið fyri undirprís, svarar Vinnuhúsið. Men Brúkaraumboðið kann arbeiða saman við vinnufeløg um ávís skeið, halda tey í Vinnuhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947