Eingin semja um svartkjaftin

Eingin semja um svartkjaftin
Eingin semja er um heildarkvotuna fyri svartkjaft næsta ár, men samráðingarlondini royna at hava eina felags fatan av, hvussu stór heildarkvotan ska
 
17.12.2014 - 14:33

Eingin semja er um heildarkvotuna fyri svartkjaft næsta ár, men samráðingarlondini royna at hava eina felags fatan av, hvussu stór heildarkvotan skal vera.

Tað er niðurstøðan av samráðingunum um svartkjaftin, sum hava verið í London seinastu dagarnar.

 

Fyrrapartin var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, til ráðførslu í Uttanlandsnevndini, har hann kunnaði nevndina um gongdina í samráðingunum.

Hóast einki ítøkiligt spurdist burtur úr, eru samráðingarlondini samd um fyribils at halda seg til kvotabýtið, sum hevur verið galdandi í ár, sigur Jacob Vestergaard.

 

Heildarkvotan í ár var umleið 1,2 milliónir tons, og føroyska kvotan var umleið 280.000 tons, og tað er eisini útgangsstøðið, tá fiskiskapurin eftir svartkjafti byrjar eftir nýggjár.

Enn er ikki greitt, nær samráðingarnar um svartkjaftin verða tiknar uppaftur. 

Í dag byrjaðu samráðingarnar um sildakvotuna næsta ár, og samráðst verður tað, sum er eftir av vikuni.

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum, og samráðingarleiðari er Herluf Sigvaldsson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947