Hámarkið fyri inngjald í ALS upp í 650.000 krónur

Hámarkið fyri inngjald í ALS upp í 650.000 krónur
Fíggjarliga støðan hjá Arbeiðsloysisskipanini skal bøtast 14 milliónir krónur, og tí verður neyðugt at seta tiltøk í verk
Hámarkið fyri inngjald í ALS upp í 650.000 krónur
Mynd: Savnsmynd  
 
05.11.2014 - 10:07

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur skotið upp at hækka hámarkið fyri inngjald upp í 650.000 krónur. Tað var eisini markið, áðrenn lógarbroytingar vórðu gjørdar í 2012. Broytingin verður mett at geva 2,2 milliónir kr.

Reglan um bíðidagar verður nú tengd at inntøku. Eftir galdandi skipan fáa øll 10 bíðidagar, men nú verða teir lækkaðir niður í tveir fyri inntøkur upp til 250.000 kr. Bíðidagarnir hækka síðani tveir dagar fyri hvørjar 100.000 kr., sum útrokningargrundarlagið hækkar, tó í mesta lagi upp í 10 dagar. Bert tey, sum hava eitt inntøkugrundarlag, ið er oman fyri 550.000 kr., fáa 10 bíðidagar.

Persónar, sum  mynstra við skipum í styttri enn ein mánað, fáa ikki bíðidagar eftir nýggju reglunum, og tað fer væntandi at gera tað lættari hjá skipum at fáa manning, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Eftir galdandi reglum fáa tey, sum siga seg úr starvi uttan haldgóða grund, ella burturvíst orsakað av tænastubroti, karantenui fýra vikur. Nú verður karantenan átta vikur. Metta sparingin er 3,2 milliónir kr.

Sum er ber til at fáa arbeiðsloysisstuðul í 648 dagar í einum trý ára skeiði. Nú verður skotið upp, at tíðarskeiðið, sum fólk kunnu koma upp á fult dagatal, verður longt úr trimum upp í fýra ár. Sparingin verður mett at verða millum 8 og hálva níggjundu millión kr. 

Hóast arbeiðsloysið er lítið, hevði ALS 28,5 milliónir kr. í halli í fjør, og verður einki gjørt, verður skipanin ikki haldfør í longdini, stendur í uppskotinum.

Nú er ætlanin, at ALS skal hava avlop, um arbeiðsloysið er minni enn 4,5 prosent, og tí er neyðugt at bøta raksturin 15-30 milliónir kr. um árið.

Fyrsta stigið skal útvega skipanini 14 mill. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982