Ljósmøður og Fíggjarmálaráðið gjørt sáttmála

Ljósmøður og Fíggjarmálaráðið gjørt sáttmála
Sáttmálin er galdandi í eitt ár, og nýggj lønartalva kemur í apríl
Nýggi sáttmálin millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið er galdandi frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár.
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
17.03.2025 - 08:07

Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt eitt árs sáttmála, sum er galdandi frá oktober í fjør til oktober í ár.

Lønin hækkaði 4,75 prosent 1. oktober 2024.

Og nýggj lønartalva kemur 1. apríl í ár.

Sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum fekk Ljósmøðrafelagið minni lønarhækking frá oktober 2022 til oktober í 2024.

Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum um at javna lønir, og eingin siðvenja heldur, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Inflatión og javning

Men serliga støðan við methøgari inflatión fekk partarnar at gera semju um at javna lønirnar, sum koma í gildi 1. apríl í ár.

Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Partarnir hava eisini avtalað, at ósemja um hesi undantøk skal loysast í serligari nevnd við umboðum frá báðum pørtum og einum óheftum fólki.

Og nýtt vikuskiftisgjald kemur 1. apríl, - tað er 30 prosent av lønini, og er galdandi frá fríggjadegi klokkan fimm til mánamorgun klokkan seks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226