- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið komið um misálit á Johan Dahl
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/johan_dahl.1jpg.jpg?itok=bOLMdVsp)
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.
Andstøðuflokkarnir siga, at mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum løgtingið og landsstýrið, millum lóggevandi og útinnandi valdið, er, at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir.
Í málinum um fyrisitingina og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum av játtanini til Strandfaraskip Landsins fyri fíggjarárið 2013 hava bæði løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfest álvarslig og grundleggjandi brot á lóggávuna og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum mótvegis løgtinginum.
Sambært uppskotinum kann løgtingið á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, sum eru framd, og handfaring landsstýrismansins í málinum.
Løgtingið kann heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignar brot landsstýrismansins. siga andstøðuflokkarnir.
Uppskotið verður lagt fram, tá Løgtingsskrivstovan hevur kannað tað.