Landsstýrismaðurin: Túratalið verður ikki skert

Landsstýrismaðurin: Túratalið verður ikki skert
Túratalið hjá Smyrli verður ikki skert, og verður tað heldur ikki so leingi, eg siti sum landsstýrismaður, sigur Johan Dahl
Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil ikki hoyra talan um, at túratalið hjá Smyrli verður skert

04.11.2014 - 12:47

Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl, verður túratalið hjá Smyrli ikki skert. Tað sigur Johan Dahl í svari til Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum spurdi um túratalið hjá Smyrli.

Johan Dahl sigur, at nýggju hvílitíðarreglurnar kunnu vísa seg at vera ein avbjóðing, men avgjørt er at halda fast við galdandi ferðaætlan og at hava somu manning sum nú.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/09/25/henrik-old-spyr-um-turatalid-hja-smyrli... Old spyr um túratalið hjá Smyrli

Strandferðslan skal nýta næsta árið at gera sær royndir við nýggju reglunum og samstarvinum við Sjóvinnustýrið, sum umsitur hvílitíðarreglurnar.

Vísir tað seg neyðugt at laga arbeiðsætlanirnar til, kann tað gerast, tá Strandferðslan hevur fingið neyðugu royndirnar eftir siglingina í vetur, sigur Johan Dahl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155