Nógv færri arbeiðsóhapp í Føroyum enn í Danmark

Nógv færri arbeiðsóhapp í Føroyum enn í Danmark
Tríggjar ferðir fleiri óhapp henda á arbeiðsplássum í Danmark enn í Føroyum. Hetta eru skrásett óhapp, helst verða fleiri óhapp skrásett í Danmark
Arbeiðseftirlitið hevur higartil í ár skrásett 124 óhapp á arbeiðsplássum.
 
30.10.2014 - 09:15

Á danska arbeiðsmarknaðin eru 2,7 milliónir fólk. Í Føroyum arbeiða 24.200.

Í miðal 1,58 prosent av donsku løntakarunum vóru fyri arbeiðsóhappi hvørt ár árini 2010, 2011 og 2012.

Í Føroyum er talið 0,48 prosent.

Hetta eru arbeiðsóhapp, sum eru skrásett.

Danska fráboðanarskipanin er talgild burturav. Tí er sannlíkt, at fleiri óhapp verða fráboðað í Danmark.

Men kortini eru lutfalsliga nógv færri arbeiðsóhapp í Føroyum, heldur Arbeiðseftirlitið.

Trý um vikuna 

Til hálvan oktober í ár vórðu skrásett 124 arbeiðsóhapp í Føroyum. Tað svarar til í miðal trý um vikuna.

Í fjør vóru 145 óhapp og 126 í 2012.  

Arbeiðseftirlitið metir, at 25 til 30 óhapp um árið kunnu sigast at vera álvarslig, tað er tá skadda fólkið var í lívsvanda ella fekk varandi mein av óhappinum. 

Í ár er eitt fólk deytt av arbeiðsvanlukku, ein deyðsvanlukka var í fjør og ein í 2012. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Møti
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982