Flúgva til Edinburgh í staðin fyri Aberdeen í vár

Flúgva til Edinburgh í staðin fyri Aberdeen í vár
Atlantic Airways heldur, at fleiri fyrimunir eru við Edinburgh.
Næsta vár verður beinleiðis flogsamband millum Føroyar og skotska høvuðsstaðin.
 
30.10.2014 - 08:17

Næsta vár verður beinleiðis flogsamband millum Føroyar og skotska høvuðsstaðin Edinburgh tvær ferðir um vikuna.

Atlantic Airways hevur strikað Aberdeen og valt Edinburgh í staðin fyri í NORÐ-ferðaætlanini.

Atlantic Airways sigur, at Edinburgh og stóri flogvøllurin har hava fleiri fyrimunir enn Aberdeen. 

Næsta vár, frá 29.mars, fer Atlantic Airways at flúgva fýra ferðir um vikuna til Bergen, tríggjar ferðir til Reykjavíkar ella Keflavíkar og tvær ferðir til Edinburgh.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050