Arbeiðseftirlitið nóg gott eftir samanleggingina

Arbeiðseftirlitið nóg gott eftir samanleggingina
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur fast um, at tað var rætt at leggja Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Fyri at rasjonalisera legði Johan Dahl Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu starvsstovuna saman. Hetta hevur, sambært honum, ikki skatt Arbeiðseftirlitið.
 
30.10.2014 - 08:03

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur fast um, at tað var rætt at leggja Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Arbeiðseftirlitið virkar væl, og eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássunum í Føroyum er nøktandi og gott, sigur landsstýrismaðurin í svari upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Hon spurdi um trygd á arbeiðsplássunum.

Fyri nøkrum árum síðani minkaði løgtingið játtanina hjá Arbeiðseftirlitinum. Og Johan Dahl legði tveir stovnar saman, Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Hendan avgerðin fekk, og fær framvegis, atfinningar, tí hon skal hava skert møguleikan hjá Arbeiðseftirlitinum at hava nóg gott eftirlit við arbeiðsplássunum.

Fær hildið lógina

Men Johan Dahl vísir aftur, at Arbeiðseftirlitið ikki fær røkt sínar lógarásettu skyldur. 

Hann sigur í svarinum til Bjørt Samuelsen, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássunum er nøktandi og gott.

Tó vil landsstýrismaðurin hava løgtingið at hækka játtanina 410.000 kr. næsta ár, so Arbeiðseftirlitið kann gera meira fyri at fyribyrgja óhappum á arbeiðsplássum. 

Óhappini eru nógv sambært tølunum hjá Arbeiðseftirlitinum.

Til hálvan oktober í ár vórðu skrásett 124 arbeiðsóhapp, og tað svarar til í miðal trý um vikuna.

Í fjør vóru 145 óhapp og 126 í 2012.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050