- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingin fær ikki selt svartkalvan hjá Ågot
Tryggingarfelagið Føroyar og Heilsufrøðiliga starvsstovan bíða eftir Vinnukærunevndini, sum skal viðgera kæru frá Tryggingarfelagnum um avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at kolldøma fiskin, sum var í lastini á Ågot, tá Ågot varð ásigld í Klaksvík tann 25.februar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan avgjørdi, at fiskurin, frystur svartkalvi, ikki kann nýtast til mannaføði ella djóraføði.
Tryggingarfelagið Føroyar, sum tryggjaði fiskin, vil hava avgerðina broytta, so fiskurin kann brúkast bæði sum mannaføði og djóraføði, ella, um ikki annað, ein partur av lastini.
Tryggingin eigur fiskin
Tryggingarfelagið hevur latið reiðaríinum hjá Ågot endurgjald fyri lastina og eigur tí nú fiskin.
Sum vera man vil Tryggingarfelagið hava sum mest fyri frysta svartkalvan, sum liggur á goymlsu í Klaksvík.
Tryggingarfelagið hevur, vent sær til professionellar keyparar, sum plaga at keypa frystan svartkalva.
Tann keyparin, sum vanliga keypir frysta svartkalvan hjå Ågot, vil keypa alla lastina, um hann fær 30 prosent í avsláttri.
Men so er tað, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at lastin kann hvørki brúkast sum mannaføði ella djóraføði.
Sannlíkt dálkaður
Orsøkin er, at fiskurin hevur verið undir í sjógvi við kai í Klaksvík. Tí er sannlíkt, at fiskurin er dálkaður av sjógvi, olju og aðrari kemiskari dálking.
Hesa avgerð kærdi Tryggingarfelagið Føroyar til Vinnukærunevndina 8.apríl.