- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áhugavert rættarmál byrjar mánadagin
Áhugavert rættarmál byrjar mánadagin
Endurgjaldskravið hjá Lírabergi er líka nógv ein spurningur um, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið umsitin
25.10.2014 - 23:38
Mánadagin byrjar sakarmál í Føroya rætti, har partafelagið Líraberg hevur stevnt Fiskimálaráðnum eftir 750.000 kr. í endurgjaldi, tí Líraberg, saman við yvir 100 øðrum útróðrarbátum, ikki fekk loyvi at fiska makrel í 2010.
Men tað er líka nógv ein spurningur um, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið umsitin seinstu nógvu árini.
Málið byrjaði í mai í fjør, tá partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum, og nú hálvtannað ár seinni, kemur málið fyri í rættinum.
Fiskimálaráðið krevur frídøming.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV