- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningar hjá løgtinginum kosta nakrar milliónir
Tað kostar løgtinginum tvær milliónir og 850.000 mió. kr. í ár at fáa lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um privatu ætlanina um Eysturoyartunnilin kannaðan.
Tað stendur í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, legði fyri løgtingið í gjár.
Grein 19 nevndin, sum kannar Eik grunnin, kostar 200.000 kr. í ár. Nevndin hevur sett ein advokat at hjálpa sær við kanningini.
Men løgtingið hevur bara 150.000 kr. til eftirlitsarbeiði í fíggjarlógini fyri 2014.
Tí noyðist løgtingið at biðja løgtingið um 2,9 milliónir krónur afturat til eftirlitsarbeiðið í ár.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2015 er hálv onnur millión sett av til eftirlitsarbeiðið hjá løgtinginum.