Fara í holt við makrelin í London í dag

Fara í holt við makrelin í London í dag
Føroyski samráðingarleiðarin væntar semju í hesari vikuni
Fiskifrøðingar mæla til minni makrelveiðu næsta ár.
 
21.10.2014 - 07:46

Í dag fara strandarlondini at samráðast um makrel.

Øll londini uttan Ísland gjørdu á grækarismessu í ár fimm ára semju um makrelbýtið.  

Sambært tí, sum ICES sigur, verður føroyska makrelkvotan næsta ár 27 prosent minni enn í ár.

Tað hava Føroyar bundið seg til, sigur felagið Nótaskip.

Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at føroyska makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár.

Sambært Nótaskipum hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til at lurta eftir ICES frá 2015 til 2018 og áseta kvoturnar eftir tilráðingunum hjá ICES.

Semja í vikuni  

Noreg hevur formansskapin í samráðingunum um makrelin hesaferð. 

Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari hjá Føroyum, væntar, at strandarlondini vera liðug at samráðast um makrelin fyri 2015 nú í hesari vikuni. 

Og tá taka Føroyar við formansskapinum í makrelsamráðingunum. 

Í Føroyum í mars 

Herluf Sigvaldsson segði við Útvarpið í síðstu viku, at longu í vár verður fundur um makrel í Føroyum. 

Tá er ætlanin at fáa strandarlondini at semjast um eina umsitingarætlan, sum byggir á ráðini hjá fiskifrøðingum.

Fundurin verður í mars, eftir at ICES kemur við sínari tilráðing um makrel í februar.

Tað sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari hjá Føroyum.

Samráðingarnar um makrelin í hesari vikuni eru í London. Fýra dagar eru settir av til samráðingarnar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946