Ognarviðurskiftini mugu endurskoðast

Ognarviðurskiftini mugu endurskoðast
- Skulu útlendingar eiga í føroysku fiskivinnuni, má lógin gera púra greitt, hvat heimildað er, sigur Kári P. Højgaard.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.10.2014 - 14:23

 

At skipa fiskivinnuna av nýggjum stendur ovast, tá Kári P. Højgaard fer at halda formansrøðu sína á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Runavík mánakvøldið.

Fleiri spurningar troka á, m.a. tilfeingisgjaldið og útlendski ognarparturin í føroyskum fiskiskipum. Kári P. Højgaard heldur, at orðingarnar í lógini mugu endurskoðast.

- Er tað so, at føroyingar ikki vilja hava, at útlendingar skulu eiga í fiskivinnuni, má tað síggjast aftur í lógini, sum má broytast, so samsvar verður við tann veruleikan, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur, at eigavirðurskiftini í lógini mugu vera púra greið, og eru tey ikki tað, kunnu útlendingar ikki eiga í føroysku fiskivinnuni.

Kári P. Højgaard heldur eisini, at tilfeingisgjaldið, sum verður lagt á vinnuna, eigur at koma fiskivinnuni til góðar og skal ikki bert fylla hol á fíggjarlógini. Soleiðis kundi tilfeingisgjaldið fíggjað fiskirannsóknir, havrannsóknarskip og tiltøk til frama fyri havumhvørvið, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155