Søkja eftir løgtingsstjóra

Søkja eftir løgtingsstjóra
Jógvan á Lakjuni, tingformaður sigur, at tey fara at hava setanarsamrøður fyrsta dagin. Ætlanin er, at setanin er avgreidd síðst í næstu viku
Nýggjur løgtingsstjóri skal setast
Mynd: Savnsmynd  
 
16.10.2014 - 09:31

Formansskapurin í løgtinginum hevur framvegis ikki sett nýggjan løgtingsstjóra, hóast Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, bert hevur góðar tvær vikur eftir, áðrenn hon fer úr starvinum.

Jógvan á Lakjuni, tingformaður sigur, at tey framvegis ikki hava havt setanarsamrøður, men at tey fara at hava setanarsamrøður fyrsta dagin, og at hann miðar í móti, at setanin er avgreidd síðst í næstu viku.

Súsanna Danielsen, ið hevur verið løgtingsstjóri síðan 1996, hevur sagt seg úr starvi, og sambært starvslýsingini eftir nýggjum løgtingsstjóra, skal nýggi stjórin taka við fyrsta november, tað vil siga um tvær vikur.  

Stjórin er dagligur leiðari í umsiting løgtingsins og skal millum annað hava eftirlit við, at at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt.

Starvið sum stjóri í løgtinginum er lønt í 40. lønflokki í tænastumannalógini, og lønin er góðar 58.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155