- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir ríkisborgarar sama rætt til barnastuðulin
Føroyingar og grønlendingar, sum av órøttum komu undir herdu reglurnar um millum annað barnastuðul í Danmark, fáa nú sínar pengar.
Danska stjórnin mælir fólkatinginum til at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar, sum flyta til Danmarkar, kortini fáa tær almannaveitingar, sum herdu reglurnar umfata.
Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, og fólkatingskvinnan hjá Inuit Ataqatigiit, Sara Olsvig, hava strongt á skattamálaráðharran fyri at fáa hann at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar ikki missa síni rættindi í Danmark.
Lógarbroytingin, sum er á veg, fer at kosta statskassanum sjey milliónir krónur. Lógarbroytingin verður afturvirkandi til 2012.
Broytingin er tann, at bústaður í Føroyum ella Grønlandi gevur sama rætt sum bústaður í Danmark til barnastuðul.