- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður bað danir halda seg burtur
Tað skrivar Berlingske Business, sum hevur fingið skjalainnlit í telsupostsamskiftið millum Løgmansskrivstovuna og donsku sendistovuna í Moskva.
Sambært almennu russisku frásøgnini frá fundinum við løgmann, varð tosað um at økja føroyska útflutningin til Ruslands. Hendan samrøðan skuldi gerast uttan danska luttøku.
Løgmaður avtalaði fundin við russar í telefonsamrøðu fríggjadagin 29. august, og mánadagin 1. september kunnaði Løgmansskrivstovan donsku sendistovuna í Moskva.
Løgmansskrivstovan segði nei til hjálp
Sendimaðurin í Moskva, Thomas Winkler, sigur við Løgmansskrivstovuna, at hon kundi siga til, um danska sendistovan skuldi hjálpa við onkrum. Eisini bjóðar sendimaðurin sær til at luttaka á fundinum. Men svarið frá Løgmansskrivstovuni er nei takk.
Løgmansskrivstovan sigur, at júst í hesi serligu støðuni vilja føroyingar helst hava at tað verður ein føroysk sendinevnd burturav, sum hittir russar. Hetta er grundað á serligu umstøðurnar, við tað at Danmark sum ES-limur er rakt av russisku revsitiltøkunum, meðan Føroyar standa uttanfyri
Men um føroyingar kunnu lána ein tolk frá donsku sendistovuni, hevði tað verið sera gott, sigur Løgmansskrivstovan í brævinum til russisku sendistovuna.
Danska sendistovan í Moskva skipaði fyri vitjan
Berlingske Business skrivar, at brævasamskiftið vísir, at tað í veruleikanum var danska sendistovan í Moskva, sum skipaði fyri vitjanini. Russisku myndugleikarnir hava annars róð framundir, at talan var um ein fund millum tvey sjálvstøðug lond, Rusland og Føroyar.
Ongastaðni verður nevnt við einum orði, at Føroyar eru partur av danska ríkisfelagsskapinum, skrivar Berlingske Business. Men sambandið við russisku myndugleikarnir gekk gjøgnum donsku sendistovuna, sum millum annað stóð fyri flutningi av føroysku luttakarunum.
Bæði í Føroyum og í Danmark hevur verið funnist at løgmanni, tí hann fór á fund við russisku stjórnina um at økja fiskaútflutningin til Ruslands. Hetta tí at fleiri lond í vesturheiminum, millum annað Danmark, hava sett handilstiltøk í verk móti Ruslandi orsakað av krígnum í Ukraina.
Russar hava afturfyri noktað at keypa ymiskar matvørur úr teimum londunum, sum hava sett handilstiltøkini í verk.