Kári P. Højgaard spyr um útlendska arbeiðsmegi

Kári P. Højgaard spyr um útlendska arbeiðsmegi
Lógarbroytingin, fyrr í ár, loyvir faklærdari arbeiðsmegi úr ES-londum at koma til Føroya at arbeiða, so leingi samlaða arbeiðsloysi er niðanfyri 6%
 
30.09.2014 - 09:05

Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum spyr Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, tvinnar spurningar. 

1. Fer politiska skipanin at góðtaka, at arbeiðsgevarar senda føroyskar handverkarar til hús, samstundis sum útlendingar í stórum tali verða settir í starv?

2. Um broytingarnar, sum gjørdar vórðu við lóg nr. 731 tann 25. juni í ár, ikki virka eftir ætlan og samsvarandi Løgtingsins vilja, hvørji stig tekur løgmaður so?

Lógarbroytingin

Vinnuhúsið og onkur av teimum stóru tænastuveitarunum hava leingi ynskt, at lættari skuldi vera at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi, tí stórur tørvur er á handverk-arum, nú so nógvir føroyskir handverkarar eru í vinnu uttanlands.

Stór semja var í Løgtinginum um at fremja broytingina í:

  • "Lov nr. 462 frá 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, som ændret ved lov nr. 731 af 25. juni 2014."
  • "Stk. 2. 2) Opholdstilladelse efter stk. 1 gives, når arbejdsløsheden er under 3,5 pct. Opholdstilladelse efter stk. 1 med henblik på beskæftigelse som faglært inden for et bestemt håndværksfag hos en arbejdsgiver inden for bygge- og anlægssektoren gives dog, når arbejdsløsheden er under 6 pct."

Ætlanin við lógini var í størri mun at fáa tørvin innan handverksvinnuna nøktaðan, nú so stórt byggivirksemi er í landinum, skrivar Kári P. Højgaard í viðmerking til grein 52 fyrispurningin.

Verður talan í staðin um at fáa bíligari útlendska arbeiðsmegi at taka arbeiðið frá føroyskum handsverkarum, so virkar lógin ikki samsvarandi Løgtingsins vilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155