Tvær ferðir í tingið eftir pengum fyri 1.oktober

Tvær ferðir í tingið eftir pengum fyri 1.oktober
Eykajáttanin løgd fram í næstu viku og fíggjarlógin í aðru viku
Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2015 verður nú gjørt liðugt í Fíggjarmálaráðnum
 
18.09.2014 - 07:53

Eykajáttanarlógin, sum landsstýrið hevur arbeitt við tað mesta av hesari tingsetuni, verður løgd fram mikudagin í næstu viku.

Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum varð viðgjørt á landsstýrisfundinum mánadagin. 

Fyri tveimum vikum síðani varð upplýst, at aðalráðini, sum brúka meira enn fíggjarlógin sigur, vilja hava 50 milliónir krónur í eykajáttanum í ár.

Tað kemur ikki upp á tal, svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

- Hetta er alt í verðini ov nógvir pengar, segði Jørgen Niclasen.

Aðalráðini fingu tí boð um at endurskoða síni ynski og síðani senda Fíggjarmálaráðnum nýggj uppskot við lægri tølum enn í fyrstu uppskotunum. 

Tingfundur verður so aftur týsdagin 30.september kl.10.00, tí tá skal Jørgen Niclasen aftur í tingið at biðja um pengar, tá skal uppskotið um fíggjarlóg fyri 2015 leggjast fram.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657