Løgmaður vil eftirmeta Hoyvíkssáttmálan

Løgmaður vil eftirmeta Hoyvíkssáttmálan
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen í aftursvari til skrivligan fyrispurning frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni.
 
15.09.2014 - 15:41

 - Nú Hoyvíkssáttmálin verður 10 ár komandi ár, haldi eg, at hetta er eitt gott høvi at gera eina eftirmeting av sáttmálanum og síðani taka støðu til, um tørvur er á broytingum, skrivar løgmaður í aftursvari til skrivligan fyrispurning frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni.

Løgtingsmaðurin vildi millum annað vita, um løgmaður hevur umhugsað at fáa Hoyvíkssáttmálan endurskoðaðan, og um løgmaður heldur, at føroyskir myndugleikar gera nóg mikið fyri at hjálpa føroyskum fyritøkum í samhandlinum við Ísland.

Til seinna spurningin svarar løgmaður, at eftir hansara tykki hava føroysku fyritøkurnar, ið handla á íslendska marknaðinum, sjálvar funnið vegin fram til íslendska marknaðin.

Løgmaður leggur afturat, at føroysku myndugleikarnir nýliga hava sett á stovn eitt Útflutningsráð, ið skal ráðgeva løgmanni í millum øðrum altjóða handilsspurningum - herundir eisini hvørjar forðingar, føroyskar fyritøkur møta í síni stremban eftir at betra um síni handilsviðurskifti við umheimin.

Les alt aftursvarið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155