Kvinnur lestrarløn í trý ár

Kvinnur lestrarløn í trý ár
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um málið
Burðartalið minkar so hvørt, burðaraldurin hækkar, og tað hevur neiliga ávirkan á fólkatalið, sigur Bjarni Djurholm
 
13.09.2014 - 10:33

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, heldur, at kvinnur skulu fáa betri fíggjarligar møguleikar, meðan tær útbúgva seg.

Hann hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um málið.

Bjarni Djurholm sigur, at verandi útbúgvingarskipan og stuðulsskipan gera, at kvinnur eiga ikki børn fyrr enn eftir lokna útbúgving. Gongdin aðrastaðni vísir, at burðartalið minkar so hvørt, burðarmiðalaldurin hækkar, og tað hevur neiliga ávirkan á fólkatalið.

Ein møguleiki er, at tað almenna víðkar serligu veitingina til kvinnur við børnum í lestrartíðini, men Bjarni Djurholm nevnir eisini møguleikan fyri, at kvinnur fáa lestrarløn í t.d. trý ár. Fortreytin fyri lestrarlønini skal vera, at kvinnurnar hava átt børnini, áðrenn lesturin byrjar. 

Byrjar lesturin, tá kvinnan er 28-30 ár, skal tað almenna veita henni ein upphædd um mánaðin fyri hvørt barnið. Henda upphædd skal vera leys av lestrarstuðlinum, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurningin til Bjørn Kalsø. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657