Kannar ikki deyðan botn

Kannar ikki deyðan botn
Umhvørvisstovan kannar ikki, hví einki lív er á botninum á Árnafirði og í Hvannasundi
Hummarin í rúsunum á Árnafirði og í Hvannasundi var deyður
 
08.07.2014 - 07:30

Umhvørvisstovan fer ikki at kanna, hví deyður hummari er í rúsunum á Árnafirði og í Hvannasundi.

Sannlíkt er, at umstøðurnar í sjónum eru orsøkin til ringu støðuna á botninum á fjørðinum og í sundinum, hóast ikki ber til at útiloka, at alingin eigur ein part.

Umhvørvisstovan fer ikki at gera kanningar á Árnafirði ella í Hvannasundi, sigur Suni Petersen, deildarleiðari.

Hann sigur, at tey kanska í framtíðini fara at gera kanningar á botninum á firðum og í sundum, men enn er ov tíðliga at siga meira um tað, tí eingin avgerð er tikin um slíkar kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717