Bíða ikki longur

Bíða ikki longur
Verksmiðjuskipini í Klaksvík, sum fiska uppsjóvarfisk, fingu fiskiloyvi leygardagin
Norðborg fekk leygardagin loyvi at fiska makrel og norðhavssild
 
07.07.2014 - 07:06

Verksmiðjuskipini, Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava bíðað í meira enn ein mánað eftir loyvi at fiska makrel, fingu fiskiloyvi leygardagin, tá kunngerðin um fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2014 kom í gildi.

Norðborg kann fiska 10.185 tons av makreli og Christian í Grótinum 9.516 tons, fyribils tó bara í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tey bæði Klaksvíksskipini hava eisini fingið loyvi at fiska norðhavssild í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Norðborg eigur 4.614 tons av sild og Christian í Grótinum 1.631 tons. 

Hóast kunngerðin um makrelin og norðhavssildina kom í gildi leygardagin, sleppa onnur enn nótaskipini, sum hava eginkvotur, ikki at fiska fyrr enn 21.juli.

     

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717