Lætti hjá byggivinnuni

Lætti hjá byggivinnuni
Handverkarar úr ES sleppa til Føroya. Broytingin í útlendingalógini kom í gildi í dag.
Broytingin í útlendingalógini er galdandi fyri yrkislærda arbeiðsmegi í byggivinnuni
 
01.07.2014 - 07:32

Í dag er vorðið lættari hjá byggivinnuni at fáa handverkarar til arbeiðis.

Broytingin í útlendingalógini, sum bæði løgtingið og fólkatingið samtyktu í vár, kemur í gildi í dag, 1.juli.

Nú kunnu handverkarar í ES-londum fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum er undir seks prosentum. 

Gamla markið var hálvt fjórða prosent. Arbeiðsloysið í Føroyum er góð fýra prosent.

Lógarbroytingin er galdandi fyri byggivinnuna, ella sum ríkislógin sigur "bygge- og anlægsektoren."

Lógin er donsk, tí útlendingamál eru framvegis ikki yvirtikin. 

Vinnuhúsið metti í vár, at nú so nógv bygging er í Føroyum, er brúk fyri 150 til 200 handverkarum afturat. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717