Vesturheimurin óttast at Ukraina dettur sundur

Vesturheimurin óttast at Ukraina dettur sundur
Lond í vesturheiminum óttast, at Ukraina dettur sundur, nú Janokovitsj er eftirlýstur fyri hópmorð, og Ukraina skal hava nýggja stjórn.
Vesturheimurin óttast klovning í Ukraina.
 
24.02.2014 - 14:20

- Tað kann hvørki verða í áhugamálum hjá Ukraina, Russlandi, Evropa ella USA, at landið syndrast, sigur tjóðskaparligi trygdarráðgevin hjá USA, Susan Rice.

Hon ávarðar Russland ímóti at senda herin inn í Ukraina.

Ávaraði Lavrov

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, ávaraði eisini sunnudagin russiska starvsfelagan, Sergej Lavrov, ímóti at blanda seg í viðurskiftini hjá grannunum.

- USA tekur sum givið, at ukrainska fullveldið verður virt, og at fólkið fær loyvið at nýta sín demokratiska rætt at velja, hvørja kós Ukraina velur, sigur ein framsøgumaður hjá amerikonsku stjórnini.

John Kerry hevur eisini gjørt greitt, at USA stuðlar avgerðina hjá tjóðartinginum at koyra Viktor Janukovitsj, forseta, frá, og at velja eina fyribils stjórn. 

Lavrov ónøgdur

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er hinvegin ógvuliga ónøgdur við nýggju støðuna í Ukraina. Hann skuldsetur tjóðartingið fyri at hava brotið avtaluna við Janukovitj, forseta, fríggjadagin.

Segej Lavrov metir tískil, at andstøðan av órøttum hevur tikið valdið úr hondum Janokovitsj.

Kelda: NTB/Aftenposten/CNN

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008