Nú verður spiralmálið nágreinað

Nú verður spiralmálið nágreinað
Arbeiðið at kanna málið í Grønlandi steðgaði, tí granskarar fingu ikki atgongd til avgerandi tilfar
Í 2023 var mótmælisgonga í Nuuk um spiralmálið í sambandi við, at forsætisráðharrin var á vitjan í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
28.01.2025 - 10:40

Semja er millum Danmark og Grønland um at nágreina nógv umrødda spiralmálið.

Í 2023 var sett í verk óheft kanning, sum skuldi lýsa gongdina frá 1960 til 1991, tá ið Grønland yvirtók heilsumál.

Í 1960'unum og 70'unum fingu umleið 4.500 grønlendskar kvinnur og gentur niður í 13 ára aldur sett upp snyril. Hjá fleiri var hetta gjørt uttan samtykki.

Arbeiðið at kanna sonevnda spiralmálið í Grønlandi steðgaði, tí granskarar fingu ikki atgongd til avgerandi tilfar.

Men nú eru útlit fyri frambroti, tí granskarar stríðast við at fáa atgongd til allar viðkomandi upplýsingar, skrivar Berlingske.

 

Fingið innlit í part av tilfarinum

- Vit hava higartil fingið atgongd til part av tilfarinum, og vit samskifta nú um atgongd til tað, sum er eftir, sigur seniorgranskarin á Miðstøðini fyri fólkaheilsu í Grønlandi, Tenna Jensen.

Orsøkin til, at innlit ikki verður givið í alt tilfarið er atlit at sjúklingunum, sigur stjórin fyri grønlendska heilsuverkið.

- Mett er, at vit ikki geva innlit í journalupplýsingar hjá núlivandi sjúklingum ella hjá nýliga deyðum, tí tað hevði verið at gjørt seg inn á kravið hjá hesum fólkum um trúnað, tá ið fólk hava samband við grønlendska heilsuverkið, sigur Tina Amondsen.

Grønlendska landsstýrið hevur eisini sett líkandi kanning í verk, sum skal lýsa økið eftir 1991.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878