Aftur eitt kaðalbrot í Eystrasalti

Aftur eitt kaðalbrot í Eystrasalti
Svenskir myndugleikar hava lagt hald á bulgarska skipið Vezhen, sum er undir illgruna fyri at fremja sabotasju
Svenskir myndugleikar hava lagt hald á hetta skipið, tí illgruni er um, at tað hevur framt sabotasju.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2025 - 09:18

Ein mynd av skipaðum hybridálopum er komin til sjóndar, sigur ein svenskur verjugreinari um seinastu kaðalbrotini í Eystrasalti.

Enn eitt kaðalbrot var um vikuskiftið, og svenskir myndugleikar hava lagt hald á bulgarska skipið Vezhen, sum teir hava illgruna um framdi sabotasjuna.

- Hetta er ikki eitt óhapp. Eg haldi, at hetta er nokkso skipað. Tað er mín meining, hóast vit ikki vita, hvat svensku kanningarnar fara at vísa, sigur greinarin, Jens Wenzel.

Hann hevur ikki álit á frágreiðingini frá skiparanum á Vezhen sum segði, at eitt akker var loysnað í ringum veðri.

Fyrrverandi verjuleiðarin í svenska verjumálaráðnum, Joakim Paasikivi, heldur, at tað kann vera ein aktørur uttanífrá, sum elvdi til kaðalbrotið, antin av tilvild ella við vilja, ella natúrligar orsøkir.

Verður tosað um sabotasju, er Russland helst sabotørurin, heldur hann.

Eitt lettiskt sjónvarps- og útvarpsfelag eigur sjókaðalin, sum gongur millum Gotland og Ventspils í Lettlandi.

Skaðin varð fráboðaður sunnudagin. Sama dag fóru svenskir myndugleikar undir at kanna málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878