Serbiski forsætisráðharrin leggur frá sær

Serbiski forsætisráðharrin leggur frá sær
Milos Vucevic verður m.a. lagdur undir at vera uppi í einari muturgølu
Milos Vucevic hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2025 - 15:40

Milos Vucevic, forsætisráðharri í Serbia, hevur lagt frá sær.

Tað boðar hann frá á tíðindafundi, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Stjórnarleiðarin leggur frá sær, eftir at mótmælisgongur hava verið í fleiri vikur, har hevur verið lagdur undir at vera uppi í einari muturgølu.

Eisini hava fólk verið ill um handfaringina hjá stjórnini av eini deyðsvanlukku seinast í fjør, har 15 fólk lótu lív, tá tekjan á eini tokstøð datt niður.

Sambært AP, legði forsætisráðharrin á tíðindafundinum dent á, at hann fer frá fyri skapa frið í Serbia.

- Tað er mín áheitan á øll um at vera sinnilig, sigur hann.

Nú forsætisráðharrin er farin frá, verður val helst útskrivað í landinum, skrivar AP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878