Senatið góðkent nýggja fíggjarmálaráðharran

Senatið góðkent nýggja fíggjarmálaráðharran
Scott Bessent sigur, at hann tekur undir við øllum tiltøkum móti Russlandi, sum kunnu hjálpa til at steðga krígnum í Ukraina
Scott Bessent verður fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Trump forseta.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2025 - 09:01

Við 68 atkvøðum fyri og 29 ímóti hevur Senatið í USA samtykt at góðkenna Scott Bessent sum fíggjarmálaráðharra í stjórnini hjá Trump.

Í hoyringini í sambandi við góðkenningina segði Bessent, at hann stuðlar nýggjum tiltøkum móti Russlandi, um forsetin heldur, at tað kann hjálpa til at steðga krígnum í Ukraina.

- Eg taki 100 prosent undir við at herða tiltøkini - serliga móti russisku oljufeløgunum - so mikið nógv, at tey fáa Russland aftur til samráðingarborðið, segði hann.

 

Búskaparlig gulløld

Bessent, sum er fyrrverandi stjóri í einum íløgufelagi, segði eisini, at hann heldur, at politikkurin hjá Trump førir til 'eina nýggja búskaparliga gulløld'.

Hann segði, at amerikanski tjóðbankin skal vera óheftur av forsetanum í peningapolitikkinum.

Mánadagin vísti Financial Times á fýra keldur, sum siga, at Bessent fer at seta í gildi yvirskipaðan innflutningstoll uppá 2,5 prosent, sum fer at hækka líka nógv hvønn mánað. Tollprosentið kann fara heilt upp í 20 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878