Stjórnin í Egyptalandi leggur frá sær

Stjórnin í Egyptalandi leggur frá sær
Stjórnin í Egyptalandi boðaði fyri løtu síðan frá, at hon leggur frá sær. Tað gevur sterka herovastanum beinleiðis atgongd til forsetavalið.
Á einum stuttum fundi fyrrapartin í dag varð kunngjørt, at stjórnin í Egyptalandi leggur frá sær. Og so er greitt hjá herovastanum, al-Sisi, at bjóða seg fram sum forsetavalevni.
 
24.02.2014 - 11:38

Tað var Hazem el-Beblawi, forsætisráðharri, sum boðaði frá tíðindunum um, at stjórnin leggur frá sær.

Netávísin, Al Ahram, skrivar, at avgerðin varð tikin á einum 15 minuttir longum fundi. Herovastin í Egyptalandi, Abdel Fattah al-Sisi, sum flestu halda verður næsti forseti landsins, var innanríkisráðharri í stjórnini.

Neyðugt fyri al-Sisi

- Hetta er eitt neyðugt tiltak, áðrenn Sisi kann boða frá endaliga, at hann bjóðar seg fram sum forsetavalevni, sigur ein kelda við Reuters.

Kelda: Reuters/Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008