Íslendingar gevast at samráðast við ES

Íslendingar gevast at samráðast við ES
Altingið er biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu.
ES-málið er komið í altingið
 
24.02.2014 - 09:05

Altingið skal nú viðgera eina áheitan á ríkisstjórnina um at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Uppskotið til samtyktar kom í altingið fríggjadagin. 

Altingið er eisini biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu. 

Undanfarna stjórn í Íslandi søkti ES um samráðingar um limaskap. Samráðingarnar byrjaðu, men tær vóru ikki lidnar, tá valskeiðið var úti.

Stjórnin tapti síðani valið í fjør. Og nýggja stjórnin í Íslandi vil ikki hava Ísland í ES.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008