Friðaravtala í Ukraina

Friðaravtala í Ukraina
Viktor Janukovitj, forseti, og andstøðan í Ukraina hava gjørt friðaravtalu
 
21.02.2014 - 11:33

Friðaravtalan ber í sær, at forsetaval verður í næstum, og innan 10 samdøgur skal ein skiftisstjórn verða skipað.

Avtalan sigur eisini, at broytingar skulu gerast í grundlógini, og tær skulu setast í verk í seinasta lagi í september.

Sambært Reuters fara grundlógarbroytingarnar at hava við sær, at forsetin missir vald.

Friðaravtalan er komin í lag eftir samráðingar í nátt millum Janukovitj, forseta, og umboð fyri andstøðuna. Uttanríkisráðharrarnir í Týsklandi, Fraklandi og Póllandi, sum komu til ukrainska høvusstaðin Kijev í gjár, vóru semingsmenn.

ES-uttanríkisráðharrarnir samtyktu í gjár at seta tiltøk í verk móti Ukraina, men tíðindafólk í Brússel siga, at nú avtala er fingin í lag, kann vera, at tiltøkini ikki verða so strong.

Ófriðurin í Kijev seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 70 mannalív, og fleiri enn 500 eru særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008