Avtala skal steðga harðskapinum í Kijev

Avtala skal steðga harðskapinum í Kijev
Stjórnin og andstøðan í Ukreina hava gjørt avtalu, sum skal steðga harðskapinum í Kijev. Framvegis er ógreitt, um nøkur avtala er fingin í lag
 
21.02.2014 - 09:23

Hóast ukrainski forsetin, Viktor Janukovitj, hevur boðað, at stjórnin og andstøðan hava gjørt avtalu, sum skal steðga harðskapinum í Kijev, er framvegis ógreitt, um nøkur avtala er fingin í lag.

Í nátt vóru samráðingar á forsetaborgini millum Janukovitj og umboð fyri andstøðuna, og tríggir ES-uttanríkisráðharrar, sum eru í Kijev, vóru semingsmenn.

'Andstøðan hevur ongar viðmerkingar til málið, og franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, sigur við Reuters, at fyrst skal andstøðan ráðføra seg.

- Í eini støðu sum hesari, tá málið ikki er endað, ræður um at vera varin, sigur Fabius.

Týska uttanríkisráðið sáar eisini iva, um nøkur avtala er gjørd, tí samráðingarnar eru ikki lidnar.

Ukreinskt sjónvarp veit at siga, at avtala er gjørd, og hon ber í sær, at ein skiftisstjórn verður skipað, at val verður útskrivað í næstum, og at broytingar verða gjørdar í grundlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008