VÍF hevur lættasta endaspurtin

VÍF hevur lættasta endaspurtin
Um hugt verður eftir dystunum sum eru eftir í landskappingini, hevur VÍF flest lykladystir á heimavølli
VÍF hevur nærmastu kappingarneytarnar á heimavølli
 
20.02.2014 - 10:06

Tað hava í fleiri vikur verið nógv lið um boðið, men alt bendir í løtuni á, at KÍF og VÍF fara at vinna sær pláss í FM-finalurnar í hondbólti hjá monnum.

VÍF vann mikukvøldið týdningarmiklan dyst móti H71, sum er ein av kappingarneytunum.

Hóast STÍF megnaði at vinna á KÍF, er ivasamt um strandingar megna at yvirhála VÍF ella KÍF.

KÍF hevur so mikið stóran stigamun, at teir verða neyvan tiknir, og sum nevnt sær tað gott út hjá VÍF, tí teir hava kappingarneytarnar á heimavølli.

Støðan:

1. KÍF         16 dystir og 23 stig

2. VÍF         17 dystir og 22 stig

3. STÍF       17 dystir og 18 stig

4. H71        16 dystir og 16 stig

5. Kyndil     16 dystir og 15 stig

6. Neistin    16 dystir og 14 stig

7. Team K   16 dystir og 6 stig

 

Um hugt verður eftir dystunum, sum feløgini hava eftir, sæst, at VÍF hevur fleiri lykladystir á heimavølli. Teir hava KÍF úti, men møta STÍF, H71 og Kyndil heima.

VÍF:

23/02: Team Klaksvík (heima)

26/02: KÍF (úti)

09/03: Kyndil (heima)

16/03: STÍF (heima)

23/03: Neistin (úti)

26/03: H71 (heima)

09/04: Team Klaksvík (úti)

Leikskráðin fyri allar dystirnar kann síggjast herhttp://www.uf.fo/hsf/vis_deild.asp?deild=IM

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948