Nógv olja í Íslandi

Nógv olja í Íslandi
Talan kann vera um olju fyri 6.000 milliardir kr. í økinum ímillum Ísland og Jan Mayen
 
14.02.2014 - 14:09

Olja fyri 6.000 milliardir kr. er at finna í økinum ímillum Ísland og Jan Mayen.

Verður oljan fingin upp, so kann Ísland gerast skuldarfrítt, skrivar norska Dagbladet.

Hildið verður, at 10 milliardir tunnur av olju eru í økinum.

- Finna vit eina keldu við einari milliard tunnum, so verður Ísland skuldarfrítt.

- Meiningakanningar vísa, at 80 prosent av íslendska fólkinum er fyri at fara at bora eftir olju, sigur stjórin í felagnum, Eykon Energy, Heidar Mar Gudhjonsson.

Noreg eigur sín part av leiðini, men hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju við Jan Mayen.

Men eftir eini avtalu frá 1981, skal Noreg hava 25 prosent av oljuni sum íslendingar kanska finna í økinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008