Egyptaland: Stórur meiriluti fyri grundlógini

Egyptaland: Stórur meiriluti fyri grundlógini
Nú er slóð ruddað fyri, at verjuovastin kann stilla upp til næsta forsetaval.
 
16.01.2014 - 10:59

Egyptaland skal hava nýggja grundlóg, og sambært egyptiskum miðlum hevur ein stórur meiriluti atkvøtt fyri nýggjum grundlógini.

55 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, atkvøddu, og sambært eini keldu í innanríkisráðnum hava meiri enn 90 prosent atkvøtt fyri.

Fólkaatkvøðan endaði í gjár, og úrslitið verður kunngjørt fríggjadagin. Muslimska Brøðralagið mælti fólki frá at fara at atkvøða. Brøðralagið styðjar fyrrverandi forsetan, Mohamed Mursi, sum herurin koyrdi frá í juli. 

Verjuovastin kann stilla upp

Nýggja grundlógin ruddar slóð fyri, at Abdel Fattah al-Sisi, verjuovasti, kann stilla upp til næsta forsetavalið í Egyptalandi. Enn er ikki ásett, nær forsetaval skal vera. Nýggja grundlógin kemur í staðin fyri hana, sum Mursi setti í gildi, eftir at hann varð valdur í 2012. 

Tá Mursi skrivaði út fólkaatkvøðu um sítt grundarlógaruppskot, vóru 33 prosent av teimum 55 veljarunum á vali, og av teimum atkvøddu 64 prosent fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008