- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran og vesturheimurin samd um kjarnorkuna
Iran og fleiri lond í vesturheiminum eru samd um eina kjarnorkuavtalu. Tað váttar uttanríkisráðharrin í ES, Catherine Ashotn, fyri Reuters.
Hon umboðar USA, Russland, Kina, Frakland, Bretland og Týskland í samráðingunum við Iran. Ashton sigur, at kjarnorkustovnurin hjá ST, IAEA, skal síggja til, at avtalan verður hildin. Avtalan kemur í gildi 20. januar, og hevur við sær, at Iran skal beina fyri einum parti av goymslunum av ríkaðum urani, og steingja onkrar kjarnorkuverksmiðjur.
Vesturheimurin hevur leingi skuldsett Iran fyri at hava ætlanir um at fáa sær kjarnorkuvápn, men tí hevur iranska leiðslan víst aftur.
Obama væl nøgdur
Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna, og at arbeitt eigur at verða við at gera hana uppaftur betri. Hann lovar samstundis, at fleiri tiltøk ikki verða sett í verk ímóti landinum, so leingi sum samráðingar eru.
Forsetin sigur eisini, at semjan hevur við sær, at USA fer at seta nøkur av tiltøkunum úr gildi.