Jan Ottosen gevst í VÍF

Jan Ottosen gevst í VÍF
Jan Ottosen hevur ikki tíð til at venja bæði VÍF-kvinnurnar og avstralska landsliðið, og tí hevur hann takkað fyri seg í Vestmanna.
Jan Ottosen hevur verið millum markantastu persónarnar í føroyskum hondbólti seinastu árini. Nú takkar hann fyri seg
Mynd: Christian Johannesen  
 
02.01.2014 - 08:01

HM-undankappingin í hondbólti til HM í Qatar 2015 er flutt fram til apríl, og tað er høvuðssorsøkin til, at Jan Ottosen gevst í VÍF, skrivar felagið á heimasíðuni.

Tíðin røkkur ikki til bæði, og tí varð neyðugt hjá Jan Ottosen at velja annað framum.

VÍF skrivar á heimasíðuni, at felagið skilir støðuna hjá Jan Ottosen, og stuðlar honum í avgerðini.

Tað hevur gingið væl hjá Jan Ottosen í VÍF. Hann hevur verið venjari hjá kvinnunum, og tær eru nummar eitt í landskappingini.

Henrik Gerster, sum er venjari hjá VÍF-mannsliðnum, er settur sum fyribilsvenjari hjá VÍF-kvinnunum, meðan felagið leitar eftir nýggjum venjara.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948