- Tíðindi, mentan og ítróttur
Villy Søvndal fer úr politikki
Villy Søvndal fer úr politikki
Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, leggur frá sær sum uttanríkisráðharri og sum fólkatingsmaður
11.12.2013 - 13:16
Søvndal hevur verið sjúkraskrivaður síðani oktober, tá hann varð skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í hjartanum. Tað upplýsa keldur fyri danska kringvarpinum. Farloyvið varð longt 8. november, tá kona hansara eisini varð rakt av hjartatilburði.
Eftir ætlan skuldi Villy Søvndal fara til arbeiðis aftur í uttanríkisráðnum 20. desember.
Umframt nýggjan uttanríkisráðharra, skal Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, eisini tilnevna annan løgmálaráðharra fyri Morten Bødskov, sum legði frá sær í gjár. Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta, at fleiri broytingar verða gjørdar í stjórnini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV