Frakland: Vinstrivongurin hóttir við misáliti á forsætisráðharran

Frakland: Vinstrivongurin hóttir við misáliti á forsætisráðharran
Michel Barnier, forsætisráðharri, stendur á odda fyri minnilutastjórn, og tí er góður møguleiki fyri, at misálitið verður samtykt
Michel Barnier, forsætisráðharri í Fraklandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.12.2024 - 09:43

Vinstrivongurin í franska tjóðartinginum ætlar at reisa misálit á Michel Barnier, forsætisráðharra, eftir at hann tvingaði fíggjarlógaruppskotið í gjøgnum.

- Tað eru nú tit, sum skulu gera av, um land okkara skal missa eina fíggjarstýring, sum tekur ábyrgd, er ómissandi og hevur týdning fyri borgararnar í landinum, ella um vit skulu inn á ókendar leiðir, segði Barnier í tjóðartinginum í gjár.

Konservativi Barnier stendur á odda fyri minnilutastjórn, og møguleikin er tí stórur fyri, at misálitið á hann verður samtykt. 

Stjórnin noyðist tá at leggja frá sær saman við Barnier.

 

Fleiri flokkar í franska tjóðartinginum taka undir við misáliti á forsætisráðharran. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ætlar at brúka serliga heimild

Barnier boðaði gjár frá, at hann fer at nýta heimild sína í grundlógini til at sleppa undan atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum um fíggjarlógina fyri næsta ár

Stutt  eftir boðaði ytsti høgraflokkurin Tjóðarsavning frá, at tey eisini taka undir við misáliti, um ikki eitt undur hendir í síðstu løtu, altso at Barnier slakar í krøvum sínum um broytingar í fíggjarlógaruppskotinum. 

Eftir at Barnier segði, at hann fór at nýta heimildina í grundlógini, segði Tjóðarsavningarflokkurin, at tey taka undir við misálitinum.

Emmanuel Macron tilnevndi Michael Barnier forsætisráðharra í september. Tað var eftir, at valið í summar endaði uttan greiðan meiriluta í tjóðartinginum. 

Verður uppskotið um misálit samtykt, skal Macron aftur royna at finna ein forsætisráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939