Kaðal kvettur av - illgruni er um sabotasju

Kaðal kvettur av - illgruni er um sabotasju
Brotsverkið er framt móti einum internetkaðli millum Finnland og Svøríki, og tað var staðfest í nátt
Svenski ráðharrin fyri sivilverju sigur, at illgruni er um, at talan er um sabotasju. (Savnsmynd)
 
03.12.2024 - 08:26

Ein kaðal millum Svøríki og Finnland er kvettur av.

Svenska útvarpið boðaði frá hesum fyrst, og Post og tele-stýrið hevur váttað tíðindini fyri Dagens Nyheter.

- Tvey stór kaðalbrot hava verið á landi í Finnlandi. Net-eigarin GlobalConnect er raktur, og vit vita, at teir umvæla skaðarnar nú, sigur samskiftisráðgevin hjá Post- og telestýrinum, Peter Ekstedt, við Dagens Nyheter.

Brotsverkið er framt móti einum internetkaðli, og tað var staðfest í nátt.

Finskir myndugleikar hava sett kanningar í verk.

 

Illgruni um sabotasju

- Ríkismyndugleikarnir kannað málið saman við felagnum, skrivar finski samferðslumálaráðharrin, Lulu Ranne, á X.

Svenskir myndugleikar eru kunnaðir um hendingina. 

Svenski ráðharrin fyri sivilverju, Carl-Oskar Bohlin, sigur við Aftonbladet, at illgruni er um, at talan er um sabotasju.

- Vit taka hetta í álvara. Finska løgreglan kannar málið, og út frá tí, sum er hent, er illgruni um sabotasju. Stjórin hevur samband við avvarðandi myndugleikar og fylgir gongdini, sigur Carl-Oscar Bohlin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939