- Tíðindi, mentan og ítróttur
35 umsóknir um at selja fýrverk
35 umsóknir eru komnar um loyvi at selja fýrverk á nýggjárinum
Tað upplýsir politiið.
Evstamarkið at søkja um loyvi var mánadagin, og nú allar umsóknirnar eru taldar, sæst, at tær eru heldur færri enn í fjør, tá 39 umsóknir vóru.
Nýggj kunngerð
1. januar 2024 kom nýggj kunngerð í gildi um sølu og goymslu av fýrverki. Hetta er tí fyrsta árið, at søkt verður um loyvi eftir nýggju kunngerðini, sum hevur við sær herd krøv.
Hetta merkir, at áhugafeløg, sum t.d. plaga at selja fýrverk til frama fyri felagið, í ár mugu skipa seg øðrvísi fyri at lúka krøvini fyri at fáa loyvi.
Tað snýr seg millum annað um loyvdu nøgdina av krúti.
Loyvt er at hava 50 kilo av krúti á sølustaðnum og 50 kilo í bingju uttanfyri. Bingjan skal lúka krøv um 10 metra frástøðu.
Er nøgdin størri, skal ein sergjørd bingja til, sum tekur meira, og sum lýkur krøv um millum annað serligar hurðar, sprinklarar og størri frástøðu.
Tilbúgvingin skal góðkenna sølustað
Søkt verður um loyvi við at senda umóknarblað til politiið.
Politiið sendir umsóknirnar víðari til tilbúgvingarleiðarar í kommununum kring landið.
Tað er teirra uppgáva at góðkenna sølustað, umstøður fyri goymslu, og at nøgdin er innan fyri markið.
Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður kunnað um hetta.
Politiið hevur evstu ábyrgd at geva loyvi.
Gongdin kann verða drúgv. Politiið hevur dømi, at síðsta loyvið er latið beint fyri jól, 23. desember, sum er tollaksmessudagur.