Fleiri vilja hava Støre frá

Fleiri vilja hava Støre frá
Fleiri í ovastu leiðsluni í norska Arbeiðaraflokkinum vil hava Jonas Gahr Støre at leggja frá sær sum floksformann og forsætisráðharra, skrivar norska TV2
Vánaliga undirtøkan hjá Arbeiðaraflokkinum hevur við sær, at formanssessurin hjá Jonas Gahr Støre ridlar.
Mynd: NRK/NTB  
 
03.12.2024 - 11:37

Tað gongur ikki væl hjá norska Arbeiðaraflokkinum. 

Nýggjasta veljarakanningin gevur flokkinum bara 16,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið til stórtingið í dag. Hetta er nógv verri enn úrslitið á valinum í 2021, tá ið Abeiðaraflokkurin fekk 26,3 prosent av atkvøðunum.

Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, gjørdist forsætisráðharrin eftir valið seinast.

Hann er tó ikki so væl lýddur av øllum í flokkinum. Og nú tað gongur so illa í veljarakanningunum, eru fleiri røddir innanfloks, sum vilja hava hann frá, skriva fleiri norskir miðlar.

 

Tonje Brenna, næstforkvinna í Arbeiðaraflokkinum, hevur fingið boð um at vera til reiðar at taka við, um Jonas Gahr Støre leggur frá sær. (Mynd: Romerikes Blad)

 

Leiðslan vil hava hann frá

Norska TV2 skrivar, at fleiri í ovastu leiðsluni í Arbeiðaraflokkinum hava heitt á Støre um at leggja frá sær, bæði sum formann í flokkinum og sum forsætisráðharra.

Tey hava eisini heitt á Tonju Brenna, næstforkvinnu í Arbeiðaraflokkinum, um at gera seg til reiðar at taka við, um Støre fer frá.

Jonas Gahr Støre vil ikki siga, um hann fer at gera eftir áheitanini um at leggja frá sær.

- Vit hava fingið eina vánaliga veljarakanning, men tað fara vit at klára at broyta. Vit fara at royna at venda gongdini, sigur Jonas Gahr Støre við TV2. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939